Blog Image

Petur Martin valevni til kommunuvalið

Takk fyri

Valgreinar Posted on Sat, November 24, 2012 22:15:15

Nú eru nakrir dagar síðani kommunuvalið var av. Eg eri sera takksamur fyri allar atkvøðurnar og stuðulin, tit vístu mær.

Eg fekk triðflest atkvøður á Javnaðarlistanum, men tíverri fingu vit bert ein býráðslim hesaferð. Til næsta kommunuval eri eg tó vísur í, at Javnaðarflokkurin fer at vaksa.

Eg ætli mær at arbeiða víðari við hugsjónini hjá javnaðarrørsluni, og fari at fylgja væl við í politiska arbeiðinum í býráðnum og bjóða meg fram aftur til næsta kommunuval.

Vinaliga

Petur Martin Hansen, valevni Javnaðarfloksins



Pláss skal vera fyri øllum

Valgreinar Posted on Wed, November 07, 2012 00:36:58

Góði Veljari

Í mínari uppaling havi eg lært, at pláss eisini skal vera fyri teimum veikastu í okkara samfelag. Eg eri stoltur av, at fleiri stovnar eru í Klaksvík fyri fólk, ið bera brek. Eg vil tí arbeiða fyri, at Klaksvíkar kommuna framhaldandi vísir vælvild ímóti hesum stovnum og teimum, ið búgva har.

Ein annar bólkur, ið treingir til betraðar umstøður, eru teir støku uppihaldararnir. Kanningar vísa, at stakir uppihaldarar eru teir, ið hava tað fíggjarliga torførast í Føroyum. Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri, at barnafrádrátturin verður hækkaður upp í 6.000 kr. í komandi valskeiði. Kannast má eisini, um ansingargjøldini í kommununi kunnu gerast lagaligari hjá støkum uppihaldarum.

Eg vóni, at tú tekur undir við at betra korini hjá teimum veikastu í kommununi og vilt stuðla mær til býráðsvalið.

Eg ynski:

1. At betra korini hjá teimum veikastu, her hugsi eg serliga um stakar uppihaldarar
2. At betra fíggjarliga skynsemið
3. At allir borgarar verða viðgjørdir eins í byggimálum, starvssetanum o.s.fr.
4. At vit skulu virða náttúruna og hugsa náttúruvernd

Petur Martin Hansen, valevni Javnaðarfloksins



Frá ætlan til veruleika

Frá ætlan til veruleika Posted on Tue, November 06, 2012 00:11:06

Eg fari her at greiða frá, hvussu eg ætli at fáa mína arbeiðsskrá til veruleika um eg verið valdur.

Mín arbeiðsskrá er:

1. At betra korini hjá teimum veikastu, her hugsi eg serliga um stakar uppihaldarar

2. At betra fíggjarliga skynsemið

3. At allir borgarar verða viðgjørdir eins í byggimálum, starvssetanum o.s.fr.

4. At vit skulu virða náttúruna og hugsa náttúruvernd

1. At betra korini hjá teimum veikastu, her hugsi eg serliga um stakar uppihaldarar.

Kanningar vísa, at stakir uppihaldarar hava tað fíggjarliga torførast í Føroyum. Eg ætli mær inn at kanna møguleikan fyri, at geva fleiri frípláss til stakar uppihaldarar, sum ikki fáa endarnar at røkka saman. Lyftið hjá Javnaðarflokkinum at hækka barnafrádráttin upp í 6.000 kr. (frá 4000 kr. upp til 6000 kr.) komandi valskeið fer eisini at lætta um. So fari eg eisini at kanna um systkinaavslátturin kann hækkast í samband við ansingargjøld í Klaksvíkar kommunu. Lyftið hjá Javnaðarflokkinum um íbúðarbygging við skúlaøkið “undir Fossum”, sum er ætla borgarum við láginntøkum, eisini fer at betra um korini hjá teimum veikastu.

2. At betra fíggjarliga skynsemið

Klaksvíkar kommuna fór á “heysin” á sumri 2008. Hetta gekk hart útyvir trivnaðin í kommununi. Størsta orsøkin til, at kommunan fór á heysin á sumri 2008 var tí at býráðslimirnir ikki lurtaðu eftir ávaringum frá einari veikari umsiting. Farna valskeið hevur tíanverri eisini verið merkt av vantandi politiskari fíggjarstýring við ovurstórum upphæddum í meirnýtslu, heili 25 milliónir í 2010-2011, og heili 27 eykajáttanir í ár. Hetta má steðgast. Eg ætli mær tí at virka fyri, at fíggjarumsitingin verður styrkt. Pengar í samband við eykajáttanir eiga ikki at verða brúktir, áðrenn teir eru játtaðir, hetta er púra vanligt í dag.

3. At allir borgarar verða viðgjørdir eins í byggimálum, starvssetanum o.s.fr.

At borgarar verða viðgjørdir eins er ein av grundarsteinunum í okkara fólkaræði, men tíverri so verður alt ov ofta sæð burtur frá hesum í okkara kommunu. Hetta gongur hart útyvir trivnaðin í kommununi, og kann slettis ikki góðtakast. Eg ætli mær at gera alt fyri, at allir borgarar verða viðgjørdir eins í byggimálum, starvssetanum o.s.fr.

4. At vit skulu virða náttúruna og hugsa náttúruvernd

Eg ætli at arbeiða fyri, at atlit verða tikin til náttúruna, tá ið nýbygging verður framd í kommununi, og at arkitekttonisk krøv verða sett til nýggjar bygningar í kommununi. Eg ætli mær eisini at arbeiða fyri, at økja um frítíðar- og grønu økini í kommununi.



Grøn øki

Valgreinar Posted on Fri, November 02, 2012 15:16:33

Góði veljari,

Umber meg, men hvat við nøkrum vallyftum, sum lítið og einki kosta borgaranum?

Í summarfrítíðini havi eg tíðum arbeitt hjá býargartnaranum. Besta arbeiðsuppgávan var at verða sendur í viðarlundina úti í Grøv har vit fríðkaðu um økið. Viðarlundin er ein sonn perla hjá okkum her í Klaksvík.

Fyri nøkrum árum síðani endurreisti býargartnarin eitt niðurfallið gróthús á bakkanum úti í Grøv. Hetta gróthús er sera vakurt og fellur væl inn í náttúruna. Nakað heimanfyri Grøvina vóru onnur gróthús, sum nú eru niðurdottin. Eg kundi hugsað mær, at eisini hesi hús vórðu bygd uppaftur, og at økið, sum tey standa á, gjørdist partur av viðarlundini.

Og gróthúsið, sum stendur við neystið hjá Nólsoyar Páll á Biskupsstøð? Jú, tað má sjálvandi setast aftur í uppruna stand!

Eg vil arbeiða fyri, at vit raðfesta grønu økini, at vit taka atlit til náttúruna, tá nýbygging verður framd, og at vit seta byggilistarlig krøv til nýggjar bygningar í kommununi.

Nevndu mál, sum ikki eru kostnaðarmikil at arbeiða við, hava stóran týdning fyri okkara bý, og øll gleðast vit um eitt vakurt umhvørvi.

Eg vóni, at tú tekur undir við mínum málum og vilt stuðla mær til býráðsvalið.

Eg ynski:

1. At betra korini hjá teimum veikastu, her hugsi eg serliga um stakar uppihaldarar
2. At betra fíggjarliga skynsemið
3. At allir borgarar verða viðgjørdir eins í byggimálum, starvssetanum o.s.fr.
4. At vit skulu virða náttúruna og hugsa náttúruvernd

Petur Martin Hansen, valevni Javnaðarfloksins



Nú má rennibreytin koma longur upp á listan, tá raðfestast skal!

Valgreinar Posted on Thu, November 01, 2012 01:38:23

Góði Veljari

Eg havi javnan luttikið í renningunum “Renn fyri Heilsuna”, sum Treysti hevur skipað fyri leygardagar. Hetta er eitt sera gott tiltak, sum savnar hóp av fólki í øllum aldursbólkum, bæði úr Norðoyggjum og Eysturoy.

Treysti er í dag ein týðandi felagsskapur í Klaksvíkar kommunu. Eitt felag, sum í mun til onnur feløg, hevur sera vánaligar umstøður at virka og mennast undir. Felagið hevur onga breyt til venjingar ella til kappingar í samband við tiltøk innan frælsan ítrótt.

Hóast vánaligar umstøður, so má staðfestast, at Treysti er tað ítróttarfelagið í Klaksvíkar kommunu, sum hevur havt størstu undirtøku og framgongd seinastu árini.

Tíðin er nú komin, har skjøtul verður settur á eina rennibreyt í Klaksvíkar kommunu. Rennibreytin fer at bøta munandi um trivnaðin og lívsgóðskuna hjá borgarunum í kommununi.

Rennibreytin verður til gagns fyri øll, ið íðka. Miðjan á rennibreytini kann í framtíðini nýtast til ein graslíkisvøll til KÍ, sum hevur stóran tørv á einum vølli afturat.

Eg vóni, at tú tekur undir við at gera eina rennibreyt og vilt stuðla mær til býráðsvalið.

Eg ynski:

1. At betra korini hjá teimum veikastu, her hugsi eg serliga um stakar uppihaldarar
2. At betra fíggjarliga skynsemið
3. At allir borgarar verða viðgjørdir eins í byggimálum, starvssetanum o.s.fr.
4. At vit skulu virða náttúruna og hugsa náttúruvernd

Petur Martin Hansen, valevni Javnaðarfloksins



Um samanhald

Valgreinar Posted on Mon, October 29, 2012 00:00:13

Góði veljari

Sum venjari hjá einum stórum hópi av KÍ-gentum, havi eg upplivað og eygleitt hvussu umráðandi tað er við samanhaldi. Hesi seinastu trý árini hava KÍ-genturnar ment seg so mikið væl, at tær nú í 2012 blástu alla mótstøðu burtur. Genturnar hava sjálvsagt fyrimyndir í bestu deildini og tey eiga foreldur sum stuðla teimum 100% við ítrivinum. Framtíðin hjá KÍ-kvinnum sær tí bjørt út við hesum gentum. Tær hava sjálvandi góð fótbóltsevnir – men eg meti at samanhaldi ímillum tær hevur eins nógv at siga.

Hvussu við býráðsarbeiðinum? Hava vit samanhald har? Skal Klaksvík hava samgonga og andstøðu? Hvat skulu vit við eini andstøðu? Eru málini og ynskini ikki so greið, at vit øll eiga at halda saman? Eg vóni at tú tekur undir við mínum málum og vilt stuðla mær til býráðsvalið.

Eg ynski:
1. At betra korini hjá teimum veikastu, her hugsi eg serliga um stakar uppihaldarar
2. At betra fíggjarliga skynsemið
3. At allir borgarar verða viðgjørdir eins í byggimálum, starvssetanum o.s.fr.
4. At vit skulu virða náttúruna og hugsa náttúruvernd

Petur Martin Hansen, valevni Javnaðarfloksins



Betra korini hjá teimum veikastu

Valgreinar Posted on Fri, October 26, 2012 00:16:47

Góði veljari,

Eg eiti Petur Martin Hansen, eri 33 ár, og eg eri stjórnmálafrøðingur frá universitetinum í Keypmannahavn og arbeiði í Heilsutrygd, sum nú heldur til á posthúsinum í Klaksvík. Uppvaksin uppi við Borðoyarvík.

Frá ungum árum hevur politikkur havt mín stóra áhuga og javnaðarrørslan er mín grundpallur.

Fyri Klaksvíkar kommunu havi eg eina einfalda arbeiðsskrá. Eg ynski:

1. At betra korini hjá teimum veikastu, her hugsi eg serliga um stakar uppihaldarar

2. At betra fíggjarliga skynsemið

3. At allir borgarar verða viðgjørdir eins í byggimálum, starvssetanum o.s.fr.

4. At vit skulu virða náttúruna og hugsa náttúruvernd

Um tú tekur undir við valskránni hjá Javnaðarflokkinum og mínum dreymi, so fari eg at biðja um tína atkvøðu.

Petur Martin Hansen, valevni Javnaðarfloksins



Valskrá til kommunuvalið í Klaksvík

Valskrá Posted on Wed, October 24, 2012 22:24:53

Trivnaður og fjølbroytni

Okkara mál er, at Klaksvíkar kommuna skal vera eitt stað, har trivnaður og fjølbroytni eru í hásæti. Vit vilja menna Klaksvík sum bý og kommunu, og virka fyri, at pláss er fyri øllum, og at øll kenna seg virðismett sum borgarar. Klaksvíkar kommuna skal vera ein nýmótans og slóðbrótandi kommuna, ein kommuna ið dregur fólk, mentan og vinnulív at sær – ein kommuna har fjølbroytni blómar og borgarar trívast.

Farna valskeið hevur tíanverri verið merkt av vantandi politiskari stýring, vantandi politiskari raðfesting, og vantandi politiskari fíggjarstýring við ovurstórum upphæddum í meirnýtslu, heili 25 milliónir í 2010-2011, og heili 27 eykajáttanir í ár.

Henda gongd má vendast, og tí er neyðugt, at vit velja ein sterkan Javnaðarflokk í býráðið.

Javnaðarflokkurin vil við miðvísum arbeiði, langtíðar raðfestingum og fíggjarligum skynsemi, føra ein samstarvssinnaðan politikk, har hesi øki standa ovast á dagsskrá komandi 4 árini.

1) Nýggjan skúla á Ziskatrøð – at taka í nýtslu í 2016.

2) Barnafrádrátturin hækkast upp í 6.000 kr. komandi valskeið.

3) Menna ítróttarøkið í savnandi depil, við skýli, hallum og rennibreyt.

4) Íbúðarbygging. Skúlaøkið “undir Fossum” broytast til íbúðarbygging.

5) Uppraðfesta starvsfólkapolitikkin hjá kommununi, s.s. fyrireikingartíð og eftirútbúgving.

Valevni Javnaðarfloksins eru:

Petur Martin Hansen

Henry Johannesen

Signhild V. Johannesen

Tummas J. Lervig

Jákup F. N. Mikkelsen

Hansa Nybo

Javnaðarflokkurin – trivnaður og fjølbroytni.