Trivnaður og fjølbroytni
Okkara mál er, at Klaksvíkar kommuna skal vera eitt stað, har trivnaður og fjølbroytni eru í hásæti. Vit vilja menna Klaksvík sum bý og kommunu, og virka fyri, at pláss er fyri øllum, og at øll kenna seg virðismett sum borgarar. Klaksvíkar kommuna skal vera ein nýmótans og slóðbrótandi kommuna, ein kommuna ið dregur fólk, mentan og vinnulív at sær – ein kommuna har fjølbroytni blómar og borgarar trívast.
Farna valskeið hevur tíanverri verið merkt av vantandi politiskari stýring, vantandi politiskari raðfesting, og vantandi politiskari fíggjarstýring við ovurstórum upphæddum í meirnýtslu, heili 25 milliónir í 2010-2011, og heili 27 eykajáttanir í ár.
Henda gongd má vendast, og tí er neyðugt, at vit velja ein sterkan Javnaðarflokk í býráðið.
Javnaðarflokkurin vil við miðvísum arbeiði, langtíðar raðfestingum og fíggjarligum skynsemi, føra ein samstarvssinnaðan politikk, har hesi øki standa ovast á dagsskrá komandi 4 árini.
1) Nýggjan skúla á Ziskatrøð – at taka í nýtslu í 2016.
2) Barnafrádrátturin hækkast upp í 6.000 kr. komandi valskeið.
3) Menna ítróttarøkið í savnandi depil, við skýli, hallum og rennibreyt.
4) Íbúðarbygging. Skúlaøkið “undir Fossum” broytast til íbúðarbygging.
5) Uppraðfesta starvsfólkapolitikkin hjá kommununi, s.s. fyrireikingartíð og eftirútbúgving.
Valevni Javnaðarfloksins eru:
Petur Martin Hansen
Henry Johannesen
Signhild V. Johannesen
Tummas J. Lervig
Jákup F. N. Mikkelsen
Hansa Nybo
Javnaðarflokkurin – trivnaður og fjølbroytni.