Góði veljari,
Eg eiti Petur Martin Hansen, eri 33 ár, og eg eri stjórnmálafrøðingur frá universitetinum í Keypmannahavn og arbeiði í Heilsutrygd, sum nú heldur til á posthúsinum í Klaksvík. Uppvaksin uppi við Borðoyarvík.
Frá ungum árum hevur politikkur havt mín stóra áhuga og javnaðarrørslan er mín grundpallur.
Fyri Klaksvíkar kommunu havi eg eina einfalda arbeiðsskrá. Eg ynski:
1. At betra korini hjá teimum veikastu, her hugsi eg serliga um stakar uppihaldarar
2. At betra fíggjarliga skynsemið
3. At allir borgarar verða viðgjørdir eins í byggimálum, starvssetanum o.s.fr.
4. At vit skulu virða náttúruna og hugsa náttúruvernd
Um tú tekur undir við valskránni hjá Javnaðarflokkinum og mínum dreymi, so fari eg at biðja um tína atkvøðu.
Petur Martin Hansen, valevni Javnaðarfloksins
Takk fyri viðmerkingina
Fyrst av øllum ætli eg at gera alt fyri, at lyftið hjá Javnaðarflokkinum um at hækka barnafrádráttin upp í 6000 kr. verður til veruleika. Barnafrádrátturin er nú 4000 kr.
Eg ætli mær at kanna møguleikan fyri, at geva fleiri frípláss til stakar uppihaldarar, sum ikki fáa endarnar at røkka saman.
So fari eg at eisini at kanna um systkinaavslátturin kann hækkast í samband við ansingargjøld í Klaksvíkar kommunu.
Gera karmar fyri íbúðarbygging, sum er ætla borgarum við láginntøkum, sum betra um korini hjá teimum veikastu, sum verður líknandi leisitinum hjá Eystur-kommunu, íbúðir til ein lítlan penga.
Hvussu betra vit um korini hjá teimum veikastu? Meini so við, skulu vit gera eventuellar íbúðarmøguleikar, har vit velja at kopiera leistin sum Eystur-Kommuna hevur valt at gjørt við íbúðum til ein lítlan penga? Ella hvat bestemt hugsar tú um? Vinarliga RS