Góði veljari

Sum venjari hjá einum stórum hópi av KÍ-gentum, havi eg upplivað og eygleitt hvussu umráðandi tað er við samanhaldi. Hesi seinastu trý árini hava KÍ-genturnar ment seg so mikið væl, at tær nú í 2012 blástu alla mótstøðu burtur. Genturnar hava sjálvsagt fyrimyndir í bestu deildini og tey eiga foreldur sum stuðla teimum 100% við ítrivinum. Framtíðin hjá KÍ-kvinnum sær tí bjørt út við hesum gentum. Tær hava sjálvandi góð fótbóltsevnir – men eg meti at samanhaldi ímillum tær hevur eins nógv at siga.

Hvussu við býráðsarbeiðinum? Hava vit samanhald har? Skal Klaksvík hava samgonga og andstøðu? Hvat skulu vit við eini andstøðu? Eru málini og ynskini ikki so greið, at vit øll eiga at halda saman? Eg vóni at tú tekur undir við mínum málum og vilt stuðla mær til býráðsvalið.

Eg ynski:
1. At betra korini hjá teimum veikastu, her hugsi eg serliga um stakar uppihaldarar
2. At betra fíggjarliga skynsemið
3. At allir borgarar verða viðgjørdir eins í byggimálum, starvssetanum o.s.fr.
4. At vit skulu virða náttúruna og hugsa náttúruvernd

Petur Martin Hansen, valevni Javnaðarfloksins