Góði Veljari

Eg havi javnan luttikið í renningunum “Renn fyri Heilsuna”, sum Treysti hevur skipað fyri leygardagar. Hetta er eitt sera gott tiltak, sum savnar hóp av fólki í øllum aldursbólkum, bæði úr Norðoyggjum og Eysturoy.

Treysti er í dag ein týðandi felagsskapur í Klaksvíkar kommunu. Eitt felag, sum í mun til onnur feløg, hevur sera vánaligar umstøður at virka og mennast undir. Felagið hevur onga breyt til venjingar ella til kappingar í samband við tiltøk innan frælsan ítrótt.

Hóast vánaligar umstøður, so má staðfestast, at Treysti er tað ítróttarfelagið í Klaksvíkar kommunu, sum hevur havt størstu undirtøku og framgongd seinastu árini.

Tíðin er nú komin, har skjøtul verður settur á eina rennibreyt í Klaksvíkar kommunu. Rennibreytin fer at bøta munandi um trivnaðin og lívsgóðskuna hjá borgarunum í kommununi.

Rennibreytin verður til gagns fyri øll, ið íðka. Miðjan á rennibreytini kann í framtíðini nýtast til ein graslíkisvøll til KÍ, sum hevur stóran tørv á einum vølli afturat.

Eg vóni, at tú tekur undir við at gera eina rennibreyt og vilt stuðla mær til býráðsvalið.

Eg ynski:

1. At betra korini hjá teimum veikastu, her hugsi eg serliga um stakar uppihaldarar
2. At betra fíggjarliga skynsemið
3. At allir borgarar verða viðgjørdir eins í byggimálum, starvssetanum o.s.fr.
4. At vit skulu virða náttúruna og hugsa náttúruvernd

Petur Martin Hansen, valevni Javnaðarfloksins