Góði veljari,

Umber meg, men hvat við nøkrum vallyftum, sum lítið og einki kosta borgaranum?

Í summarfrítíðini havi eg tíðum arbeitt hjá býargartnaranum. Besta arbeiðsuppgávan var at verða sendur í viðarlundina úti í Grøv har vit fríðkaðu um økið. Viðarlundin er ein sonn perla hjá okkum her í Klaksvík.

Fyri nøkrum árum síðani endurreisti býargartnarin eitt niðurfallið gróthús á bakkanum úti í Grøv. Hetta gróthús er sera vakurt og fellur væl inn í náttúruna. Nakað heimanfyri Grøvina vóru onnur gróthús, sum nú eru niðurdottin. Eg kundi hugsað mær, at eisini hesi hús vórðu bygd uppaftur, og at økið, sum tey standa á, gjørdist partur av viðarlundini.

Og gróthúsið, sum stendur við neystið hjá Nólsoyar Páll á Biskupsstøð? Jú, tað má sjálvandi setast aftur í uppruna stand!

Eg vil arbeiða fyri, at vit raðfesta grønu økini, at vit taka atlit til náttúruna, tá nýbygging verður framd, og at vit seta byggilistarlig krøv til nýggjar bygningar í kommununi.

Nevndu mál, sum ikki eru kostnaðarmikil at arbeiða við, hava stóran týdning fyri okkara bý, og øll gleðast vit um eitt vakurt umhvørvi.

Eg vóni, at tú tekur undir við mínum málum og vilt stuðla mær til býráðsvalið.

Eg ynski:

1. At betra korini hjá teimum veikastu, her hugsi eg serliga um stakar uppihaldarar
2. At betra fíggjarliga skynsemið
3. At allir borgarar verða viðgjørdir eins í byggimálum, starvssetanum o.s.fr.
4. At vit skulu virða náttúruna og hugsa náttúruvernd

Petur Martin Hansen, valevni Javnaðarfloksins