Eg fari her at greiða frá, hvussu eg ætli at fáa mína arbeiðsskrá til veruleika um eg verið valdur.

Mín arbeiðsskrá er:

1. At betra korini hjá teimum veikastu, her hugsi eg serliga um stakar uppihaldarar

2. At betra fíggjarliga skynsemið

3. At allir borgarar verða viðgjørdir eins í byggimálum, starvssetanum o.s.fr.

4. At vit skulu virða náttúruna og hugsa náttúruvernd

1. At betra korini hjá teimum veikastu, her hugsi eg serliga um stakar uppihaldarar.

Kanningar vísa, at stakir uppihaldarar hava tað fíggjarliga torførast í Føroyum. Eg ætli mær inn at kanna møguleikan fyri, at geva fleiri frípláss til stakar uppihaldarar, sum ikki fáa endarnar at røkka saman. Lyftið hjá Javnaðarflokkinum at hækka barnafrádráttin upp í 6.000 kr. (frá 4000 kr. upp til 6000 kr.) komandi valskeið fer eisini at lætta um. So fari eg eisini at kanna um systkinaavslátturin kann hækkast í samband við ansingargjøld í Klaksvíkar kommunu. Lyftið hjá Javnaðarflokkinum um íbúðarbygging við skúlaøkið “undir Fossum”, sum er ætla borgarum við láginntøkum, eisini fer at betra um korini hjá teimum veikastu.

2. At betra fíggjarliga skynsemið

Klaksvíkar kommuna fór á “heysin” á sumri 2008. Hetta gekk hart útyvir trivnaðin í kommununi. Størsta orsøkin til, at kommunan fór á heysin á sumri 2008 var tí at býráðslimirnir ikki lurtaðu eftir ávaringum frá einari veikari umsiting. Farna valskeið hevur tíanverri eisini verið merkt av vantandi politiskari fíggjarstýring við ovurstórum upphæddum í meirnýtslu, heili 25 milliónir í 2010-2011, og heili 27 eykajáttanir í ár. Hetta má steðgast. Eg ætli mær tí at virka fyri, at fíggjarumsitingin verður styrkt. Pengar í samband við eykajáttanir eiga ikki at verða brúktir, áðrenn teir eru játtaðir, hetta er púra vanligt í dag.

3. At allir borgarar verða viðgjørdir eins í byggimálum, starvssetanum o.s.fr.

At borgarar verða viðgjørdir eins er ein av grundarsteinunum í okkara fólkaræði, men tíverri so verður alt ov ofta sæð burtur frá hesum í okkara kommunu. Hetta gongur hart útyvir trivnaðin í kommununi, og kann slettis ikki góðtakast. Eg ætli mær at gera alt fyri, at allir borgarar verða viðgjørdir eins í byggimálum, starvssetanum o.s.fr.

4. At vit skulu virða náttúruna og hugsa náttúruvernd

Eg ætli at arbeiða fyri, at atlit verða tikin til náttúruna, tá ið nýbygging verður framd í kommununi, og at arkitekttonisk krøv verða sett til nýggjar bygningar í kommununi. Eg ætli mær eisini at arbeiða fyri, at økja um frítíðar- og grønu økini í kommununi.