Góði Veljari

Í mínari uppaling havi eg lært, at pláss eisini skal vera fyri teimum veikastu í okkara samfelag. Eg eri stoltur av, at fleiri stovnar eru í Klaksvík fyri fólk, ið bera brek. Eg vil tí arbeiða fyri, at Klaksvíkar kommuna framhaldandi vísir vælvild ímóti hesum stovnum og teimum, ið búgva har.

Ein annar bólkur, ið treingir til betraðar umstøður, eru teir støku uppihaldararnir. Kanningar vísa, at stakir uppihaldarar eru teir, ið hava tað fíggjarliga torførast í Føroyum. Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri, at barnafrádrátturin verður hækkaður upp í 6.000 kr. í komandi valskeiði. Kannast má eisini, um ansingargjøldini í kommununi kunnu gerast lagaligari hjá støkum uppihaldarum.

Eg vóni, at tú tekur undir við at betra korini hjá teimum veikastu í kommununi og vilt stuðla mær til býráðsvalið.

Eg ynski:

1. At betra korini hjá teimum veikastu, her hugsi eg serliga um stakar uppihaldarar
2. At betra fíggjarliga skynsemið
3. At allir borgarar verða viðgjørdir eins í byggimálum, starvssetanum o.s.fr.
4. At vit skulu virða náttúruna og hugsa náttúruvernd

Petur Martin Hansen, valevni Javnaðarfloksins